Haraldssund stongt

Av tí at ILA er staðfest í alibrúkinum hjá Faroe Salmon í Haraldssundi hevur landsstýrið sett forboð fyri óviðkomandi sigling nær við alibrúkið.
Ikki er loyvt at fiska ella sigla nærri enn 500 metrar frá aliringunum norðanfyri byrgingina í Haraldssundi. Eisini er forboð sett ímóti óviðkomandi ferðslu á støðini hjá Faroe Salmon á landi.
Forboðið er sett í gildi við heimild í djórasjúkulógini um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum.