Harald vónbrotin

Harald Bjørgvin greiddi sín setning sum venjari hjá VÍF, tí hann lyfti vestmenningar úr botnstríðnum. Men framvegis er hann sera harmur, nú hann gevst sum venjari í Vestmanna

VÍF-Neistin 27-29 (11-14)

Hondbóltur: Harald Bjørgvin drálar eina løtu, tí hann hevur torført við at seta orð á kensluna, hann og vestmenningar standa við. VÍF hava júst tapt heimadystin móti Neistanum og sleppur tí ikki í FM-finaluna.
– Eg eri sjálvsagt sera harmur, letur síðan spakuliga úr honum, meðan hann hyggur út á vøllin, har bláu havnarmenninir hálsfevnast.
Talan var um ein sera tættan dyst í Vestmanna. VÍF vann seg brádliga framum eftir hvíldina, hóast Neistin var á odda í stórum løtum av fyrra hálvleiki. Vestmenningar megnaðu ikki at halda fast um leiðsluna, og hóast munurin ongantíð var serliga stórur, rann VÍF bara aftaná, tá gestirnir vunnu seg tvey mál framum miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Greiddi sín setning
VÍF var á aftasta plássinum, tá Harald Bjørgvin loysti Jónleif Sólsker av í venjarasessinum í Vestmanna, men við miðvísum arbeiði eydnaðist honum at lyfta vestmenningar upp á fjórða plássið í landskappingini.
– Tá vit vunnu fýra dystir upp í slag, var mestsum sjálvsagt, at málið broyttist. Vit lógu sera væl fyri í stríðnum um finalupláss. Vit vóru sera nær, men tað eydnaðist ikki, og tí eru vit vónbrotnir, sigur Harald Bjørgvin, sum nú takkar fyri seg sum venjari hjá VÍF á hesum sinni.
– Eg gevi ikki liðnum meira nú, staðfestir Harald Bjørgvin, sum hevur alla orsøk til at reisa seg úr venjarasessinum við røttum ryggi.
VÍF kundi við sigri á heimavølli móti KÍF í farnu viku havt tryggjað sær finaluplássið, men tað eydnaðist ikki.