Vestmanna kommuna fær nú nýggjan tekniskan leiðara. Talan er um Harald Bjørgvin.
Harald Bjørgvin, sum er 46 ár, er útbúgvin byggifrøðingur. Seinastu níggju árini hevur hann verið leiðari á Húsaumsitingini hjá Tórshavnar Kommunu.
- Vestmanna Kommuna ynskir Haraldi vælkomnum í starvið, skrivar kommunan á heimasíðu síni.










