Smiðjan í Lítluvík verður frá mánadegnum 26. august til 29. august karmur um framsýning av akvarellmálningum hjá Harald Dirks.
? Málningarnir eru royndir hjá mær at vísa, hvussu eg síggi oyggjarnar, sigur Harald Dirks.
? Við á framsýningini havi eg eisini nakrar fáar málningar úr Danmark og Noregi, men er hetta mest fyri at fáa samanberingina millum londini fram.
Harald Dirks búði í Føroyum frá 1962 ? 64. Hann varð ógvuliga hugtikin av oyggjunum, og tá tók hann nógv bíløt og skitseraði nógv. Men hetta varð lagt á hyllina tá hann kom aftur til Danmarkar.
? Nú kom eg so aftur at vitja, og tá tók eg aftur pensilin í hond. Næstan allir málningarnir eru málaðir í Danmark, men eg máli teir soleiðis, sum eg minnist teir í høvdinum.
Listamálarin vísir á, at sjálvt um hann brúkar akvarell, so roynir hann at fáa eina oljumálingsdygd burturúr málningunum. Pappírið hann hevur nýtt er fínt pappír, sum hóskar seg væl til akvarell máling.
? Tá eg byrji upp á ein málning, veit eg ongantíð hvørjum tað endar við. Sjálvsagt havi eg eina mynd í høvdinum, og havi eina hugsan um, hvussu tað sær út, men tað kann væl vera, at tað, sum eg ætlaði skuldi verða ein vetrarmálningur verður til ein vármálning.
Framsýningin hjá Harald Dirks letur upp mánadagin 26. august og lýkur hósdagin 29. august. Allar dagar er opið frá klokkan 14 ? 20.