Harðvunnin sigur hjá VB ímóti Stjørnuni

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Báru Krosslá Mortensen seta orð á 23-20 sigurin á Stjørnuni í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Báru Krosslá Mortensen hjá VB, aftaná Bára Krosslá Mortensen og liðfelagarnir høvdu vunnið 23-20 (10-8) á Stjørnuni.

 

Bára Krosslá Mortensen, sum skeyt fýra mál fyri VB í dag heldur, at talan var um ein harðvunnan sigur, har Stjørnan, sum bert hevur eitt stig gav vágskvinnum ein skarpan gang. Og Bára Krosslá Mortensen heldur, at hóast sigurin í dag, so hava tær nakað at arbeiða við áðrenn tær í næstum møta oddaliðunum, Neistanum og Kyndli, og skulu royna at vinna seg fram í oddin.

 

Støðan í hvonndeildini aftaná dagsins dystir, har VB vann 23-20 á Stjørnuni og Kyndil vann 34-20 á VÍF í Vestmanna :

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin92501747616
2Kyndil102522034916
3VB92402301012
4VÍF9221236-158
5StÍF10185231-463
6Stjørnan9178252-741