Soleiðis kennist við-hvørt, tá ið ein nýkeyptur lutur ella tænasta við eitt verður ein marra.
Skrøddu nylonsokkarnir á nýggja stovugólvinum tala fyri seg. Liturin á svørtu leðursofuni, sum knappliga situr á bakinum á systir. Handverkarin, sum ikki heldur seg til tilboðið, hann hevur givið uppá at tekja húsini - um hann er so frægur at møta upp, sum avtalað. Ella rómaísurin, har eingin rómi er í.
Í slíkum førum standa vit brúkarar eftir sum kánus og hava ongan tjans. Kunnu bara vóna at handilin ella útbjóðarin í reinum kappingaranda forbarmar seg og vísir okkum náði. Tí, í Føroyum hava vit ongan at venda okkum til í slíkum førum, hvørki til at ráðgeva í brúkaratrætum, ella til at upplýsa um brongluta marknaðin av vørum ella lógávuna á økinum.
Í øllum hinum norðanlondum eru brúkarastovnar, felagsskapir og umboðsmenn, sum hava til uppgávu at gera tað lættari at vera vanligur brúkari. Slíkir stovnar, sum eisini finnast í øllum londum í ES og USA, spæla ein sjálvsagdan leiklut á marknaðinum, og eru at meta sum viðspælarar, ikki mótspælarar, hjá vinnulívinum. Tí eingin hevur hug at bjóða okkurt, sum brúkarin ikki vil hava - tá verður bara ein tapari og eingin vinnari.