Har var ongin misskiljing


Býráðið í Tórshavnar Kommunu samtykti einmælt ein niðurskurð í námsfrøði-normeringini á frítíðarskúlaøkinum. Hetta er ein partur av fíggjarætlanini fyri 2014, og øll kunnu lesa avgerðina í býráðsgerðabókini.

 

- Um nakar hevur misskilt nakað her, so er tað Helena Dam á Neystabø sjálv saman við hinum býráðslimunum. Tað er skjalfast, at býráðið samtykti skerjingina av frítíðarskúlanormeringini, tá tað samtykti fíggjarætlanina.

 

Elektronisku miðlarnir in.fo og Portalurin hava í dag endurgivið Tórshavnar Kommunu fyri at siga, at heimasíðan hjá Pedagogfelagnum í gjár bar skeiv tíðindi, tá hon staðfesti, at Tórshavnar Kommuna fór at skerja frítíðarskúlarnar í kommununi so nógv næsta ár, at normeringin fellur úr 2,63 niður í 2,4 námsfrøðitímar fyri hvørt barnið um vikuna.
in.fo endurgav enntá glaðbeint Helenu Dam á Neystabø, forkvinnu í mentanarnevndini hjá kommununi, har hon kritikkleyst slapp at siga, at (orðarætt endurgivið): “páhaldið hjá Pedagogfelagið á in.fo fyrr í dag, um, at frítíðarskúlin í Tórshavnar kommunu er skerdur í næsta ár, er ein misskiljing.

 

Teirra misskiljing
“Um nakar hevur misskilt nakað her, so er tað Helena Dam á Neystabø sjálv saman við hinum býráðslimunum.

 

Tað er skjalfast, at býráðið samtykti skerjingina av frítíðarskúlanormeringini, tá tað samtykti fíggjarætlanina. Og kommunala umsitingin hevur í einum telduposti til okkum í seinastu viku váttað, at hetta er so.

 

At býráðið samtykti skerjingina á býráðsfundinum 28. november, kunnu øll eftirkanna við at fara inn á heimasíðuna hjá hjá Tórshavnar Kommunu og leita fram gerðabókina fyri fundin og lesa blað nummar 10885 (til ber at trýsta á leinkið niðanfyri greinina, sum leiðir til gerðabókina). Har stendur, at kontan verður skerd við 750.000 krónum, og at nýggja normeringin er 2,4.


 

Og mánadagin í seinastu viku, 9. desember, svaraði børn og ung-deildin í kommunalu umsitingini hjá kommununi einum fyrispurningi um málið frá Pedagogfelagnum, og ljóðaði sentrali parturin í svarinum soleiðis:
“Tað er rætt, at býráðið hevur samtykt ein niðurskurð í normeringini á frítíðarskúlanum.
Tó sýnist politiska viðgerðin av hesum máli ikki at vera liðug og tað merkir, at vit í skrivandi stund ikki vita hvørjar um nakrar avleiðingar vera fyri limir tykkara.
Vit venda aftur, tá ein niðurstøða fyriliggur.”

 

Ongin visti annað.
Hetta er tað, sum Pedagogfelagið og almenningurin annars hevur at fyrihalda seg til.


 

“Vit hava so onki annað frætt um málið síðani tá – fyrr enn í elektronisku miðlunum í dag, har Helena Dam á Neystabø sigur okkum, at vit hava misskilt alt.

 

Men í so fall er tað løgið, at frítíðarskúlarnir og avvarandi foreldur heldur ikki høvdu fingið annað at vita, enn tað, sum var skjalfast í gerðabókini eftir býráðsfundin 28. november”.

 

Í miðlunum í dag sigur Helena Dam á Neystabø so, at skerjingin ikki verður framd kortini, og at normeringin verður verandi á 2,63.


 

Tað frøir meg sjálvsagt almikið, og so vænti og vóni eg sjálvsagt, at sparingin á økinum er slept og ikki bara verður flutt á onkra aðra konto.