Tað er ikki fyrstu ferð, at ein stórhvalur rennir seg fastan í Hvalba. Annan jóladag í 2000 hendi tað sama, sum í gjár – tó nakað nærri sandinum – og tá góvu royndir at draga hann út aftur einki úrslit.
- Vit fingu boð um hendan stórhvalin klokkan gott 10 í gjáramorgunin, og eg fór so á staðið og kundi staðfesta, at hvalurin lá 5-10 metrar úr landi, sigur Jaspur Vang, sýslumaður.
Talan var um ein hampiliga stóran avgust, 12-15 metrar langur, sum framvegis var á lívi.
- Eg gjørdi so tað, at eg setti meg í samband við serfrøðina, tað vil siga Náttúrugripasavnið og djóralækna, og semja var um, at har var einki at gera, sigur Jaspur Vang.
Hvalurin doyði so av sær sjálvum út á kvøldið í gjár.
Hóast talan er um eitt rættiliga stórt djór, gekk tað rímiliga skjótt fyri seg, sigur Jaspur Vang, sýslumaður.