Har var einki

Rógvi Jacobsen, sum fekk dømt brotssparkið í Klaksvík ímóti sær, hevði ilt við at skilja avgerðina, sum kostaði KÍ eitt stig í gjár.

- Har er einki. Eg haldi, at hann dømir fyri at halda, men har er altso einki sum helst.

- Vit høvdu annars ikki uppiborið nakað sum helst, um mett verður eftir fyrra hálvleiki, har vit als ikki eru klárir. Men vit stríða okkum væl aftur í dystin og skora eisini. Og so er tað sjálvandi tungt at góðtaka, at tú skalt missa stig á hendan hátt, segði Rógvi Jacobsen eftir dystin.