Har var eingin eldur at síggja

Fyri eini løtu síðani varð boðað frá eldi í Havn

Fyri eini løtu síðani varð boðað frá eldi í gamla Realskúlanum í Havn. Á brandstøðini siga tey, at ein sjálvvirkandi brandávaring segði frá eldi, so tey fóru at kanna málið. Tey sóu eisini, at ein følari hevði sligið til, so tey kannaðu alt húsið, men har var eingin eldur at síggja nakrastaðni.