Har vóru fólk heilt til Himmals

Eivør helt tað vera fantastisk, at traðka út á pallin og síggja nógva fólkið í salinum og á teimum fyltu balkongunum, sum gingu heilt upp til Himmals

Eivør er sum altíð blíð, tá eg hitti hana aftan fyri pallin aftan á konsertina. Okkurt skilfólk, sjeikurin og umboðskonan eru í skiftingarrúminum, og so Eivør og eg. Hon leggur fyri við siga, at hetta hevur ikki verið hennara besta konsert, og at tónleikaliga vóru konsertirnar í Føroyum betur.
 
Krevur størri rørslir
Men tað sagt, heldur hon, tað vera ótrúliga stuttligt at uppliva hesar karmarnar. Tað var ótrúliga flott at síggja, tá eg traðkaði út á pallin, og sá fulla salin. Har sá út, sum um har vóru fólk heilt til Himmals.  greiddi hon frá. Tað er altíð avbjóðandi at spæla fyri so nógvum fólki, eg vil ikki siga, at eg beinleiðis var nervøs, men man følir, at man skal røkka fleiri, og tað krevur størri rørslir. Men tá hjálpir tað sjálvandi at hava eitt Big Band aftan fyri seg. Nógva orkan, sum er á pallinum, gevur nógv, og ger tað ordiliga stuttligt.
 
Løgið ljóð
Hon sigur frá, at hon heldur hølini vera ótrúliga flott, Ljósið var soleiðis, at man sá áskoðararnar rættuliga væl, og tað er stuttligt. Ljóðið tyktist eisini at vera øgilig gott í salinum, og eg veit, at ljóðmaðurin har úti var ordiliga góður,  men á pallinum kundi tað verið betur. Tað var eitt sindur løgið ljóð, men tað gekk sigur hon.
Tað er altíð annarleiðis at spæla fyri fólki, ið ikki kenna tónleikin, og man merkir tað beinanvegin, tá man kemur á pallin, ikki annarleiðis á nakran ringan hátt, faktiskt uppá ein góðan hátt.
 
Ikki síðsta konsert
Hetta var fyribils endin á konsertferðini við Danmarks Radios Big Band, og Eivør heldur hetta hava verið eitt stuttligt samstarv. Man verður ordiliga forkelaður fólk eru, sum taka sær av øllum , og man skal bara hugsa um at spæla. Hon væntar, at onkur konsert verður við Big Bandinum seinni. Sigvør umboðskonan sigur, at ein longu er avtalað, so hetta er ikki síðstu ferð, at hetta samstarv er á palli saman.
 
Danski marknaðurin
Eivør leggur ikki skjól á, at hon er í ferð við at royna seg á danska marknaðinum og fortelur, at hon í februar fer á størri konsertferð í Danmark. Eingin ivi er um, at konsertferðin og fløgan við Danmark Radios Big Band hava lagt eitt gott støði fyri at klára seg væl á hesum marknaði.