Í dag eru trý ísfiskaalínuskip til fiskiskap undir Føroyum. Tvey fiska tosk og hýsu, og hitt triðja skipið fiskar mest av longu og brosmu.
- Hesi trý skipini koma øll inn at landa í næstu viku. Restin av ísfiskalínuskipunum liggja við bryggju, men helst fara fleiri út aftur teir næstu dagarnar.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tvey frystilínuskip eru til fiskiskap. Eitt er á Íslandsrygginum, og hitt fiskar í grønlendskum sjógvi.
Streymurin verður harður, og veðrið verður umskiftandi í næstu viku.
- Tí vænta vit ikki nógvan útróður teir næstu dagarnar. Men, útróðrarbátarnir hava góðan fiskiskap, verður lagt aftrat.










