- Fýra ísfiskalínuskip fiska í íslendskum sjógvi, og vit vænta, at tvey teirra koma heim at landa í endanum av næstu viku. Tey bæði, ið eftir eru, landa neyvan í vikuni sum kemur.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í sínum metingum fyri næstu viku. Lagt verður aftrat, at línuskipini, sum fiska í íslendskum sjógvi, fáa eina blanding av toski, hýsu, brosmu og longu.
Tvey frystilínuskip fiska eisini í íslendskum sjógvi.
Í løtuni eru fýra línuskip til fiskiskap í føroyskum sjógvi, og væntandi er, at tvey teirra koma inn at landa mánadagin.
- Meginparturin av veiðini hjá línuskipunum undir Føroyum er í løtuni toskur, hýsa, brosma og longa.
Útlitini til útróður í næstu viku eru einki serlig, tí streymurin harðnar og verður rættiliga harður, sum vikan gongur. Væntandi er eisini, at veðrið verður umskiftandi.
- Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri teir næstu dagarnar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.