Harður streymur - men hampiligt veður

Væntandi koma fýra ísfiskalínuskip inn at landa í næstu viku.

 

Fýra ísfiskalínuskip eru til fiskiskap undir Føroyum. Eitt fiskar tosk og hýsu, tvey fiska mest longu og tosk,og eitt fiskar mest tosk og svartkalva.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at eitt av hesum skipum kemur inn at landa mánadagin, og hini koma helst seinni í vikuni. 

- Eitt ísfiskalínuskip fiskar eisini í íslendskum sjógvi, men ivasamt er, um hetta skipið kemur heim at landa í vikuni sum kemur.

Lagt verður aftrat, at tvey frystilínuskip fiska undir Føroyum. Fleiri línuskip liggja við bryggju og fara út aftur, tá veðrið batnar.

- Streymurin verður harður tað mesta av næstu viku, men veðrið verður hampiligt. Tó verður roknað við, at nakað verður av útróðri, verður sagt.