Harður streymur kundi forkomið boring

-men alt gekk kortini væl í hond og talan kann nú gerast um eina kolveltandi og søguliga metboring Umborð á Stena Don

Orð og myndir: Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað vóru spent og glað borifólk, sum landsstýrismaðurin í oljumálum, Bjarni Djurholm og stjórin á Jarðfeingi, Sigurð í Jákupsstovu hittu, tá vitjað varð umborð á boripallinum Stena Don týsdagin. Og tað høvdu tey alla orsøk til at vera. Sum eitt av teimum tók til, so er hetta ein tann mest spennandi arbeiðsuppgávan tey hava havt hesi fimm árini, boripallurin hevur verið virkin. -Vit hava higartil "bara" havt uppgávur á økjum í Norðsjónum, har olja er funnin. Hetta er fyrstu ferð vit skulu til at finna olju, og tað at hetta so eisini er í einum jomfrúuligum øki, har eingin olja er funnin áður, ger arbeiðið so mikið meira spennandi fyri okkum. Hetta var kenslan umboðini fyri føroysku oljumyndugleikarnar møttu alla staðni umborð. Og hetta var kanska eisini júst rætta løtan at fara á pallvitjan. TÍ Júst í hesum døgum verður borað gjøgnum basaltið og á kanningarstovunum umborð, har allir upplýsingarnir koma inn og vera vigaðir og mettir, meta tey, at borurin er við at bora seg niður ígjøgnum niðastu basaltfláirnar og niður móti tí eina av málunum í boringini. Spurningurin er tí ikki longur um vikur men um dagar og kanska entá tímar, at okkurt nýtt verður at frætta. Ikki so at tekin enn eru um hvørki olju ella gass, men sloppið er eftir øllum at døma undan teimum stóru forðingum, sum so stórur ótti og ivi hevur verið um undan boringini. Tað hevur nevniliga gingið sum smurt at bora gjøgnum basaltið, og hetta verður mett at vera einki minni enn ein kolvelting fyri føroyska økið. Nettupp páhaldni um, at tað helst er so ringt og harvið kostnaðarmikið at bora gjøgnum tjúkkar basaltfláir hevur hildið mongum útlendskum oljufeløg aftur at vera við í oljuleitingini um okkara leiðir. Nú er so vónandi vent í holuni. Tað er tí heldur einki at siga til, at gleðin millum manningina umborð á Stena Don, sum telur 100, er stór, nú tey longu hava rokkið góðum úrslitum. Óvanliga harður streymur Tað sá annars rættiliga svart út fyrstu dagarnar úti á Brugduleiðini. Boristjórarnir høvdu kanska ikki givið sær nóg nógv fær um serstøku streymviðurskiftini við havbotnin. Tað skuldi vísa seg at vera av tí allarharðasta streymi júst um tað mundið, tá borurin skuldi setast í. So mikið harður varð streymurin, at tað bar als ikki til at arbeiða á havbotninum, har hol skuldi setast á og síðani stoypast fundament rundan um. Men tað skuldi vísa seg, at harði streymurin stóð ikki við so leingi, og tí varð kortini sett á og arbeiðið gekk, sum tað skuldi, tó eitt sindur seinkað. Eftir tað hevur tað bara gingið slag í slag. Vit fáa ikki upplýst frá borileiðsluni umborð, hvussu langt niður er borað, men út frá úttalilsum fyrr um tjúkdina á basaltinum og tí sannroynd at borað er gjøgnum alt basaltið, kundi okkurt týtt uppá, at seismisku metingarnar um tjúkdina á basaltinum halda. Tær hava verið eina staðni millum 1000 og 1200 metrar. Sum skilst skal borast niður á umleið 3600 metrar. Hetta er frá sjálvum boridekkinum. Av hesum eru 480 metrar niður á sjálvan havbotnin. Ein leyslig meting út frá hesum kundi so verið, at boraðir eru góðir 2000 metrar íalt, men hetta skal takast við fyrivarni. Metboring Herfyri frættist, at boringin fer helst at ganga nógv skjótari enn mett, kanska ein heilan mánað. Leggja vit so allar metingarnar, gitingarnar og upplýsingarnar saman, so líkist støðan einki minni enn eini metboring, hvat skjótleika viðvíkur - sæð í tí ljósi, at partur av teininum niðureftir er basalt. Møguliga ber borurin við fyrstu løgini undir basaltinum í skrivandi løtu - møguliga er longu komið ígjøgnum. Vit mugu so bara brynja okkum til toli. Er spenningurin stórur umborð á Stena Don, so er hann ikki minni á landi og úti í stóru oljuverðini, har bíðað verður við spenningi eftir, hvussu henda fyrsta boringin gjøgnum føroyska basaltið nakrantíð fer at hilnast. Í hvussu er er tað ein lætti og ein sigur fyri øll, sum hava nakað við leiting á føroyskum øki at gera, at basaltið ikki longur er nøkur stórvegis forðing. Men hvat er undir basaltinum - tað er nú stóri spurningurin. Oljufeløgini vóna, at seismisku tulkingarnar halda, og at olja er undir basaltinum, spurningurin tá er hvussu langt undir basaltinum. Men hin møguleikin, at broytingar í seismikkinum bara standa fyri broytingum í grótslagi og jarðløgum, og ikki eru oljuberandi løg, er so sanniliga eisini til steðar. Og kanska eisini størstur. Men landgrunnurin er stórur og møguleikarnir tí helst fleiri. Nú eru so øll eygu vend móti Brugduleiðini.