Harður rokktónleikari vísir eina spildurnýggja síðu

Rasmus Rasmussen, sum millum annað er kendur frá bólkunum Diatribes, Happy?, Makrel og Flux, gevur í dag eina solo-fløgu út. Á hesi fløguni vísir tónleikarin, sum annars er kendur fyri harðan og skitnan rokktónleik, eina heilt aðra síðu av sínum tónleiki

Sjálvur kallar Rasmus tónleikin á fløguni fyri melodiskan, myrkan rokk. Tónleikurin er ikki harður og ráur, sum tónleikurin bólkarnir, Rasmus hevur verið við í, spæla.
? Grundirnar til, at eg eri farin í gongd við eina slíka verkætlan eru nógvar. Tá ein spælir við í einum orkestri, noyðist ein semjast um, hvat bólkurin vil spæla, og tá fær ein ikki allan sín egna tónleik fram, sigur 22 ára gamlir Rasmus Rasmussen, sum í dag gevur sína fyrstu solo-fløgu út.
Rasmus heldur, at hetta er ein góður máti at vísa aðrar síður av tónleikadygdum sínum fram, og harvið eisini vísa tað slagið av tónleiki, sum hann ikki spælir í bólkunum fram.

Egin løg

11 løg eru á fløguni, sum kallast Implosive. Rasmus hevur sjálvur skrivað øll løgini, og hann spælir eisini tónleikin á øllum løgunum. Harafturat hevur Rani Christiansen hjálpt honum við trummusláttri í trimum løgum, og Belinda í Haraldsstovu og Rasmus syngja duett í einum lagi.
? Eg eri væl nøgdur við fløguna nú. Tað hevur tikið mær umleið hálvt annað ár at gera hana. Sjálvur haldi eg ikki, at hon líkist nøkrum øðrum tónleiki, so um hon ger, so er tað ikki við vilja.
Rasmus Rasmussen spælir sjálvur gittar. Hann hevur spælt gittar síðani hann var eini 10 ára gamal.
? Henda verkætlanin byrjaði við, at eg gav Kristian Blak eitt demo band við bara gittartónleiki, men so hvørt, sum eg havi arbeitt víðari, so hava onnur ljóðføri sníkt seg upp í. Millum annað er hetta fyrsta ferðin eg havi spælt bass, keyboard og percussion, greiðir Rasmus frá.
Tutl gevur fløguna hjá Rasmusi út. Hon er nummar 93 í røðini av rokkfløgum, og fegnast felagið yvir tað stóru framgongd, sum hevur verið innan rokktónleik í Føroyum tey seinastu árini.

Ísland

Implosive skal eftir ætlan eisini marknaðarførast í Íslandi. Tá Makrel var við í tónleikakapping yviri í Íslandi fyrr í ár, gjørdist bólkurin nummar trý, og Rasmus var kosin til besta gittarleikara í allari kappingini. Og tað er júst hetta, sum Tutl og Rasmus ætla at brúka. Longu mánadagin verður fløgan í Íslandi.
Rasmus yrkir bara á enskum.
? Eg haldi, at tað riggar best hjá mær at yrkja á enskum, men hóast tað, so hevur tað ikki so stóran týdning. Hevði eg dugað betri, at yrkt á føroyskum, so hevði eg gjørt tað, men tað fellur mær lættari at yrkja á enskum, eftir sum eg næstan bara lurti eftir enskum tónleiki.
Fløguhúsan hava Niels Arge Galán og Uni Árting gjørt. Rasmus er væl nøgdur við fløguhúsan sum sær ógvuliga snøggur út.
? Teir hava gjørt nógvar føroyskar fløguhúsar, og eg haldi, at teir eru tveir av teimum í Føroyum, sum duga best at gera fløguhúsar, heldur Rasmus.
Fløgan kemur út í sølubúðirnar í dag. Stuðlað útgávuni hava Mentanargrunnur Landsins, Mentamálaráðið og Fjølrit.