Nakrir fáir pedagogar vóru møttir til býráðsfundin seinasta hóskvøld, mest fyri at vita, hvat sagt varð um frítíðarskúlan og niðurskeringarnar í teirri játtanini.
Levi Mørk nýtti eisini høvi til at spyrja um hetta sum fyrsta punkt á skránni. Hann vildi vita, hvat sparingarnar og umleggingarnar í frítíðarskúlanum merktu. Hann fegnaðist tó um, at sparingarnar nú vórðu gjørdar yvir tvey ár heldur enn eitt, tí tað merkir, at sparingin í ár verður 1,5 millión av teimum tilsamans 2,87, sum skulu sparast í alt.
Heðin Mortensen greiddi frá, at tímar eru tiknir frá frítíðarskúlanum og latnir fólkaskúlan. við at fremja sparingarnar yvir tvey ár gevur tá bæði býráðnum og frítíðarskúlunum luft og stundir at fyrireika umleggingina.
Levi Mørk mælti til at taka upp samráðingar við pedagogarnar um málið.
Síðani tók Sjúrður Olsen orðið, og tað var byrjanin til eitt hitað kjak um fíggjarlógaruppskotið hjá samgonguni.
Hann gjørdi greitt, at andstøðan undir ongum umstøðum tekur undir við at hækka skattaprosentið. Hann gjørdi vart við, at rakstuin varð vorðin alt ov høgur og boðaði frá, at andstøðan kemur við egnum fíggjarlógaruppskoti.
Elin Lindenskov spurdi, um tað var røktarheimið, ið ikki skuldi byggjast, men Sjúrður Olsen strikaði undir, at tað var raksturin, ið var ov høgur, ikki íløgurnar.
4.500 krónur á hvørt húski
Jan Christiansen vísti á, at tað var stuttligari at vera jólamaður, enn at spara. Hann segði, at tíðirnar eru trongar, og at rakstuin er vaksin 60% seinastu fimm árini.
- Tað merkir, at rakstrarútreiðslurnar eru farnar úr 300 milliónum fyri fimm árum síðani, upp í 500 milliónir í dag, segði Jan Christiansen.
Hann segði tó, at øll høvdu verið ov sløsutt at ansa eftir pengunum.
- Vit tóku lán í allarbestu tíðum og vit hava sett gongd í alt ov nógv í senn. Lat okkum spara 30 av teimum 200 milliónunum, rakstrarútreiðsurar eru vaksnar seinastu fimm árini, segði Jan Christiansen.
Hann vísti á, at við eitt prosent hækkanini í skattarposentinum leggur býráðið 4.500 krónur eyka oman á hvørt einasta húski í kommununi.
Vit vóru skuldarfrí, men fara nu at hava eina skuld á 200 milliónir. Tað merkir rentur og avdrøg fyri 28 milliónir krónur, ið er nóg mikið at byggja tríggjar barnagarðar fyri, segði Jan Christiansen.
Marin Katrina Frýdal vísti á, at kommunan er vaksin seinastu árini, bæði í vavi og í fólkatali, umframt at tænasturnar eru so ómetaliga nógv betri nú.
- Umsitingin er styrkt ómetaliga nógv og tað er trivnaðurin í kommununi eisini, segði Marin Katrina Frýdal.
Hon vísti eisini á stóru byggingarnar, ið far fram í løtuni, bæði skúlan á Løgmannabreyt, skúlan á Hamrnum og fimlekarhøllina í Gundadali.
Elin Lindenskov vísti á, at lánið varð tikið til skúlan á Harminum og til bygningin, har býarbókasavnið heldur til, hølir, ið framman undan kostaðu kommununi nógvar milliónir krónur í leigu um árið.
Stórar íløgur
Heðin Mortensen segði, kommunan bert fer at taka 200 milliónir krónur í láni, men kundi uttan trupulleikar tikið heilt upp til 600 milliónir. Samgongan hevur sett loft á lántøkuna við 224 milliónir.
Hann vísti á allar útbyggingarnar og nýbyggingarnar, ið eru gjørdar seinastu árini. Skúlan á Løgmannabreyt, skúlan á Argjum, nýggjan skúla og ítróttahøll umframt læknamiðstøð í Kollafirðibarnagarð og nýggja kloakkskipan í Nólsoy og nýggja kloakkskipan í Hesti.
- Umsitingin virkar væl, og kærur koma næstan ikki fyri, nakað, ið annars var rættiliga vanligt fyrr, segði borgarstjórin.
Hann segði, at skattahækkanin útilokandi verður gjørd fyri at fíggja Boðanesheimið, og at tað ikki er nakað mál í sjálvum sær, at vera skuldarfríur.
Sjúrður Olsen strikaði enn einaferð undir, at tað var hækkanin í rakstrinum, hann fíltist á.
Jan Christiansen minti Heðin Mortensen á, at hann undir valstríðnum legði dent á, at tað bleiv ikki við honum sum borgarstjóra, at skattaprosentið hækkaði, og at bleiv ikki við honum sum borgarstjóra, at taka lán.
Heðin Mortensen svaraði, at umsitingin hevði verið ígjøgnum ymsar konti og hevði spart 24 milliónir krónur. Hann vardi seg annars við, at íløguaktiviteturin er so stórur, at tað var neyðugt at taka lán, sum vóru markað til skúlarnar.
Noktaðu at seta tøl á
Jákup Símun Simonsen øtaðist eisini um ógvusligu økingina í rakstrarútreiðslunum.
- Eg eri eitt sindur skelkaður av, hvussu lætt tað verður farið um almennu pengarnar, pengarnar hjá øðrum, segði Jákup Símun Simonsen.
Hann heitti á borgarstjóran um at byrja fíggjarlógarviðgerðina nógv fyrri. Heldur ikki var hann fegin fyri hækkanina av skattaposentinum.
- tTað harmar meg at seta skattaprosentið upp, og eg vænti tað verður seinur dagur, áðrenn tað veðrur sett niður aftur, segði Jákup Símun Simonsen.
Andstøðulimir høvdu fleiri ferðir á orði um at skarva 30 milliónir av rakstrinum, men teir vildu við viljna – søgdu teir – ikki seta tøl á, hvar sparast skuldu. Tað var ein samráðingarspurningur, søgdu teir.
Sama var við Anfinn Brekkstein, sum heitti á býráðslimir um at hyggja frameftir heldur enn at dvølja við gamalt agg.
Síðani var farið til atkvøðugreiðslu, og fyrst varð atkvøtt um broytingaruppskotið hjá andstøðuni um at spara 30 milliónir á rakstrarútreiðslunum. Tað fall við fýra atkvøðum fyri og níggju ímóti. Síðani varð uppskotið hjá meirilutanum einmælt samtykt.