Harður og Indy rokkur í Margarinfabrikkini

Í kvøld verður konsert í Margarinfabrikkini, har tveir bólkar frá G-Bob fara at spæla Í kvøld klokkan 21 verður konsert í Margarinfabrikkini, har tveir av bólkunum frá G-Bob kappingini fara at spæla. Talan er um bólkarnar Ineptus og Bealestreet, sum báðir spælkdu seg víðari í G-Bob.

Ineptus spælir harðan rokk og Bealestreet spælir indy-rokk.

Ineptus hava sælt javnan í margarinfabrikkini, men Bealestreet er eitt nýtt orkestur.