Harður jarðskjálvti við Indonesia

Ein jarðskjálvti, sum var 6,3 á Richterstiganum, var við landssynningspartin av Indonesia um middagsleitið í dag. Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at miðdepilin í skjálvtanum var 34 kilometrar undir jørð einar 70 fjórðingar úr landi.

Indonesia er á einum tí mest virkna jarðskjálvtaøkinum í heiminum, og har eru javnan jarðskjálvtar. Í apríl var ein, sum var 8,7 á Richterstiganum, og hetta er tann harðasti jarðskjálvtin, sum er skrásettur har, skrivar Reuters.