Ein harður jarðskjálvti, sum var 6,1 á Richterstiganum, var í dag í útsynningspartinum av Turkalandi, men sambært sjónvarpsstøðini NTV hava myndugleikarnir ikki frætt nakað um skaða.
Jarðskjálvtin var klokkan 12.44 okkara tíð nærhendis tí lítla býnum Ölüdeniz (myndin), sum er eitt væl umtókt ferðamál.
Jarðskjálvtar eru rættiliga javnan í Turkalandi. Tann 23. oktober í fjør var ein har eysturi í landinum. Hann kravdi meiri enn 600 mannalív. Tríggjar vikur seinni var aftur ein skjálvti í sama øki, og tá doyðu 40 fólk.