Ein harður jarðskjálvti var seinnapartin úti fyri kyrrahavsstrondini í miðamerikanska landinum Costa Rica. Tær fyrstu mátingarnar søgdu, at skjálvtin var 7,9 á Richterstiganum, men seinni frættist, at hann var 7,6.
Myndugleikarnir hava sent út flóðalduávaring fyri Mið- og Suðuramerika frá meksikanska markinum suður til Peru-strondina.
Franska tíðindastovan AFP skrivar, at sambært amerikanska jarðfrøðistovninum var miðdepilin í jarðskjálvtanum einar 150 kilometrar frá høvuðsstaðnum í Costa Rica, San Jose. Tað ljóðar, at streymurin fór í høvuðsstaðnum av skjálvtanum.










