Ein harður jarðskjálvti hevur verið á Vancouver-oynni, sum er við kanadisku vesturstrondina. Kanadiski jarðfrøðistovnurin sigur, at skjálvtin var 6,7 á Richterstiganum. Einki er frætt um skaða, og myndugleikarnir hildu tað ikki vera neyðugt at senda út ávaring um flóðalduvanda, skrivar Reuters.
Kanadiski jarðfrøðistovnurin sigur, at miðdepilin í skjálvtanum var 135 kilometrar frá býnum Port Hardy á Vancouver-oynni og einar 280 kilometrar frá býnum Vancouver.