Ein jarðskjálvti, sum var 3,5 á Richterstiganum, var fyrrapartin í Køtlu í Mýrdalsjøkli í Íslandi. Íslendsku jarðfrøðingarnir siga, at jarðskjálvtar eru rættiliga vanligir á hesum leiðunum, men at skjálvtin í dag var so mikið langt suðuri, at fólk í bygdini Vík merktu ristingarnar væl.
Stutt eftirt jarðskjálvtan fyrrapartin var ein veikari skjálvti í sama stað. Hann var 2,5 á Richterstiganum.
Í gjár vóru tveir jarðskjálvtar í Mýrdalsjøkli. Teir vóru 2,5 og 2,3 á Richterstiganum.










