Harður jarðskjálvti í Japan

Japanar fingu aftur í morgun eina áminning um, at teir búgva í heimsins ringasta jarðskjálvtaøki

Jarðskjálvtin í morgun var so mikið harður, at fleiri bygningar í høvuðsstaðnum Tokyo skulvu, sjálvt um miðdepilin í skjálvtanum var 260 kilometrar frá býnum.

 

Skjálvtin, sum var 6,6 á Richter-stiganum, gjørdi stóran skaða. Í dag vistu myndugleikarnir um fýra fólk, sum høvdu latið lív, og at millum 300 og 400 onnur høvdu fingið skaða. Nærhendis Niigata-strondini vórðu nógv hús oyðiløgd, og á Kashiwazaki-kjarnorkuverkinum fóru allir ávaringarlúðrar í gongd, tá eldur kom í eina avbrótarastøð á verkinum. Tað eydnaðist kortini at sløkkja eldin, og í dag vóru eingi tekin um geiðslavirknan leka.

 

Eitt skifti stúrdu myndugleikarnir fyri, at jarðskjálvtin kundi elva til flóðeldur, og fólk vórðu ávarað um tað. Tað vísti seg, at nakrar flóðaldur komu, men tær vóru so mikið smáar, at tær gjørdu ikki skaða.

 

Japan er eitt tað ringasta jarðskjálvtaøki í heiminum. Tann ringasti skjálvtin var í Tokyo í 1923, tá umleið 140.000 fólk doyðu. Japanskir jarðfrøðingar siga, at tað er 90 prosent sannlíki fyri, at ein harður jarðskjálvti fer at raka býin innan 50 ár.

 

30 druknað í Kina

 

Í grannalandinum Kina ger náttúran eisini vart við seg í hesum døgum.

 

Oysregn um vikuskiftið hevur kostað minst 30 mannalív har eysturi í landinum, og veðurmenninir siga, at tað fer eisini at regna teir næstu dagarnar. Umleið 600.000 fólk eru vorðin heimleys, og myndugleikarnir hava sent 300.000 hermenn at hjálpa teimum neyðstøddu. Higartil í ár hevur gloprarregn kostað 403 kinesarum lívið, og umleið tríggjar mió. fólk hava mist hús og heim.