Harður jarðskjálvti í Italia

Minst 16fólk doyðu, og fleiri fingu skaða í einum hørðum jarðskjálvta í Italia í nátt. Fleiri túsund eru vorðin heimleys Jarðskjálvtin gjørdi serliga um seg í býnum l´Aquila einar 100 kilometrar eystan fyri Rom. Fleiri hús rapaðu. Tey fyrstu tíðindini søgdu, at tvey fólk vóru deyð, men nú siga fjølmiðlarnir, at minst 16 eru deyð, og at umleið 30 eru ikki komin afturíaftur. Eisini vilja fjølmiðlarnir vera við, at fleiri túsund fólk eru vorðin heimleys.

Skjálvtin, sum var 6,3 á Richterstiganum, hevði miðdepil 10 kilometrar undir jørð einar 95 kilometrar í landnyrðing úr Rom.

Nakrar fáar tímar frammanundan bleiv ein jarðskjálvti skrásettur við býin Ravenna longri norðuri í landinum. Hann var 4,6 á Richterstiganum og gjørdi ikki stórvegis skaða.