Tað eydnaðist Fernando Alonso at vinna Formel 1-koyringina í Japan, men tað vóru kappingarneytarnir í oddinum, Lewis Hamilton og Kimki Raikkonen, sum tóku fokus. Teir báðir høvdu fleiri intensar nærdystir á breytini, og báðir vórðu revsaðir av dómarunum. Alt endaði við, at Hamilton gjørdist nummar 12. Massa gjørdist nummar sjey og minkaði har við munin til Hamilton niður í fimm stig.