Harður eftirskjálvti við Sumatra

Ein harður eftirskjálvti skakaði klokkan hálvgum trý í nátt indonesisku oynna Sumatra. Skjálvtin var 6,8 á Richter-stiganum. Indonesisku jarðfrøðingarnir siga, at skjálvtin í nátt var ein eftirskjálvti frá tí harða jarðskjálvtanum, sum var við Sumatra í gjár.

Tann skjálvtin gjørdi serliga stóran skaða í býnum Padang, og higartil eru umleið 200 fólk funnin deyð har. Myndugleikarnir bera ótta fyri, at uppaftur fleiri liggja deyð undir rapaðum bygningum. Millum annað rapaði eitt sjúkrahús.

Jarðskjálvtin við Sumatra í gjár var 7,6 á Richter-stiganum.