Klokkan tvey í nátt var ein harður eftirskjálvti miðskeiðis í Kili. Hann var 6,1 á Richter-stiganum. Síðani tann harða jarðskjálvtan seinasta leygarmorgun hava umleið 200 eftirskjálvtar verið í økinum, og jarðfrøðingar siga, at roknast kann við eftirskjálvtum einar tveir mánaðir afturat.
Eftirskjálvtarnir eru so mikið harðir, at teir kunnu elva til flóðaldur, og tað hevur fingið fleiri túsund fólk at flýggja burtur frá strondini, skrivar Reuters.
Kilsku myndugleikarnir kunngjørdu í nátt, at talið á deyðum eftir jarðskjálvtan leygarmorgunin er nú komið upp á 802.










