Ein dómstólur í Usbekistan hevur dømt eina kvinnu, sum hevur stríðst fyri betri mannarættindum í heimlandinum, sjey ára fongsul. Dómarin vildi vera við, at Umida Nijasova hevur skrivað blaðgreinar, sum hóttu landsins trygd. Umida Nijasova arbeiddi fyri altjóða mannarættindafelagsskapin Human Rights Watch, og hon hevur skrivað nakrar atfinningarsamar blaðgreinar um tilburðin fyri tveimum árum síðani, tá myndugleikarnir í Usbekistan sendu herin eftir mótmælisfólki við tí úrsliti, at fleiri hundrað sivilfólk lógu eftirá.