Vit skulu gera tað meiri tiltrekkjandi at búgva í Føroyum. Vit gerast nógv fleiri eldri enn ung, og hetta hevur stórar avbjóðingar við sær. Tað er ein stór hóttan í samfelagnum, sum skal takast í álvara. Fyri at fleiri skulu velja at lesa í Føroyum, má tað vera liviligt. Ímun til okkara kostnaðarstøði, so er studningur ov lítil hjá hægri lesandi. Hetta skal broytast. Vit noyðast eisini at gera tað lættari at seta búgv í Føroyum m.a. við leigu- og lestraríbúðum. Fyri at gera tað betri at lesa í Føroyum skulu vit veruliga seta gongd á tað manglandi lestrarumhvørvi. Tað sóu vit eisini var ein stórur eftirspurningur í heildarætlanini Fólkaflyting og fólkavøkstur.
Týdningurin av at taka hetta í álvara er stórur. Tað ber ikki til at menna eitt land, har vit flyta vitan av landinum, og har fá eru at gjalda fyri okkara vælferð og fullveldi. Fyri at menna okkara samfelag eru vit noydd at skapa eitt betri samstarv millum vinnu og útbúgving, so høvuðsvinnan kann gerast sterkari. Her er Vinnuháskúlin ein týðandi partur.
Ein partur av lesandi í Føroyum, eru eisini tær handaligu útbúgvingarnar. Vit skulu seta krøv til tað almenna um at lærlingar sleppa við í verkætlanir. Hetta er eisini fyri at tryggja, at tað er trygt at taka eina yrkisútbúgving. Lærlingarnar eru eisini ein partur av teimum lestraríbúðum, ið komandi árini skulu byggjast.
Hetta eru íløgur í samfelagið, ið fara at síggjast í framtíðini á nógvar mátar. Vit verða fleiri at lyfta samfelagið, og fáa meiri vitan at brúka í vinnulívinum. Tað verður betri og fjølbroyttari at búgva her, tá fleiri ung seta sín dám á Føroyar. Átøkini eru neyðug um vit ætla at vaksa um og menna Føroyar.










