Tað var ikki bara á vøllinum sjálvum, at nógv stóð mikukvøldið. Fyri Tórsvøll var hetta eisini størsta einstaka tiltakið nakrantíð, og í vikuvís hava menn havt úr at gjørt við fyrireikingunum, soleiðis at alt skuldi klappa sum ætlað. Og sum heild má sigast, at fyrireikararnir stóðu royndina. Á myndini eru tað teir báðir, Poul Michelsen og Jógvan Páll Lassen, sum við hvør síni fartelefon geva seinastu ordrarnar, so eingin miskkiljing skuldi vera.










