Amerikanski forsetin, Barack Obama, og russiski starvsbróður hansara, Vladimir Putin, høvdu í dag ein stuttam fund í sambandi við G20-toppfundin, sum er í meksikanska býnum Los Cabos í hesum døgum.
Á einum tíðindafundi aftaná segði Putin, at hann og Obama eru samdir um ávís viðurskifti, tá tað snýr seg um Sýrialand. Hann vildi tó ikki siga, hvat tað er, sum teir eru á einum máli um, men í einari felags áheitan mæla teir til, at harðskapurin í Sýrialandi steðgar alt fyri eitt.
-Vit eru á einum máli um, at tað sýriska fólkið skal fáa høvið til sjálvt og á demokratiskan hátt at avgera sína framtíð, stendur í fráboðanini frá teimum báðum ríkisleiðarunum.
Hetta er fyrsti fundurin teirra millum, síðani Putin varð settur í russiska forsetaembætið fyri hálvumøðrum mánað síðani.