Hernaðarstýrið í Burma ger seg javnan inn á ymsar minnilutar Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch sigur, at tað eru serliga etniskir minnilutar í landspørtunum Karen og Shan, sum eru fyri ágangi.
Felagsskapurin vil vera við, at umleið ein hálv millión fólk eru flýdd undan áganginum og liva nú sum flóttafólk í egnum landi.
Human Rights Watch vil vera við, at ágangurin byrjaði fyri fleiri árum síðani, og at fólk úr minnilutunum verða kynsliga misbrúkt og send í arbeiðslegur.