Løgreglan í Havn hevur ikki fingið nógvar fráboðanir um harðsskap og herverk í vikuskiftinum.
Ein maður breyt leygarmorgunin ein rút í Kommunuskúlanum. Eitt vitni sá tilburðin og boðaði løgregluni frá. Løgreglan hevur tosað við mannin, og hann hevur viðgingið seg sekan.
Seinni sama morgun var rok uttan fyri ein øl klubba í býnum. Tveir mans fóru til hendurs, og annar bløddi illa í andlitinum. Hesin varð so fluttur á Landssjúkrahúsið. Løgreglan veit, hvør hevur framt harðsskapin, sigur vakthavandi.