Politi
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Hálka og harðskapur hava sett sín dám á vikuskiftið hjá løgregluni.
Fríggjadagin seinnapart var sannur ferðsluruðuleiki í Kaldbaksbotni, har ferðslan steðgaði upp einu løtuna orsakað av ferðsluóhappi. Tríggir bilar høvdu figið skaða, ein teirra lá viðsíðunaav vegnum.
Gjøgnum vikuskiftið eru eisini fleiri fráboðanir komnar til løgregluna um ferðsluóhapp og dottin fólk orsakað av hálkuni.
Vakthavandi greiðir frá, at tað serliga er í lýsingini, at tað gerst serliga hált, tí mitt um dagin er vegurin ofta táur.
Men vikuskiftið hevur eisini verið nógv merkt av harðskapi. Umframt at ein maður varð varðshaldsfongslaður fyri at hava brotið nøsina hjá einum øðrum, so vóru eisini húsaófriður og okkurt annað harðskapsmál í býnum, serliga uttanfyri dansistøðini.
Í tí eina harðskapsmálinum var tað ein maður, sum skuldi leggja seg ímillum og forða einum bardaga. Hetta skuldi tó vísa seg at verða alt annað enn gløgt av honum, tí brádliga fær hann eina fløsku ella okkurt líknandi ting knúst í nakkan á sær.
Maðurin mátti á skaðastovuna, og fekk hann 6 stingir á høvdið. Gerningsmaðurin er ikki funnin enn, sigur vakthavandi.