Jóna Mortensen
Viðmerking til útvarpsendingina við Eyðuni Andreassen týsmorgunun um harðskapin.
Bert nøkur fá orð, soleiðis at tað heila ikki fer av sporinum.
Latið endiliga ikki hesa sakina blíva grundarlag fyri at tosa um nær ung fólk skulu vera úti. Tað er eitt heilt annað mál, ið eigur at kannast, lýsast og viðgerast samfelagspolitiskt. Eru karmarnir fyri útilívi hjá ungdóminum yvirhøvur nøktandi?
Vælsignaði latið vera við at samanbera hesa serligu hending við - ófrið av ungdómi yvirhøvur. Tað kann og má ongantíð, í tílíkum føri, koma uppá tal at spyrja um, hvat ein ungur drongur ger úti um náttina. Tað sum tað snýr seg um er, at fáa fatur á hasum ungu menniskjunum ella ómenniskjunum, sum á so lágum og óreinum støði hava gjørt seg inn á handa fitta unga drongin. Teirra frælsi burdi verði skert, og yvirhøvur ikki frælsið hjá dronginum til at vera har, hann hevur hug at vera.
Eg kann lítið ætla hvussu hann og hansara nærmastu hava tað. Hatta er soo langt úti og á soo lágum støði, og tað sum undrar meg mest er, at tað eru fýra vaksnir menn, sum í felag hava ábyrgdina av hasi illgerðini. Eg vamlist.