Harðskapur ímóti kvinnum dýrur fyri samfelagið

Harðskapur ímóti kvinnum kostar á hvørjum ári danska samfelagnum eina hálva milliard krónur. Tað vísir ein kanning, sum Statens Institut for Folkesundhed hevur gjørt, og sum umfatar útreiðslur til løgregluna, dómsvaldið, fongsulsverkið og kvinnumiðstøðir.

Kanningin vísir, at tað kostar í meðal samfelagnum 65.000 krónur, hvørja ferð ein kvinna fer til løgregluna ella á eina skaðastovu at boða frá, at maðurin ella sambúgvin hevur framt harðskap ímóti henni.

Stovnurin hevur hinvegin ikki roknað út, hvat harðskapurin kostar teirri einstøku kvinnuni.

Kanningin hjá Statens Institut for Folkesundhed umfatar 20.482 kvinnur millum 16 og 64 ár, sum meldaðu harðskap ella doyðu av harðskapi í árunum frá 2002 til 2005.