Løgreglan í Havn, hevur sum vanligt havt sítt at takst við um vikuskiftið.
Tað sær út til, at løgreglan ikki sleppur undan liggjandi gestum, sum ikki eru førir fyri at vinna upp hús og í so máta var júst farna vikuskiftið einki undantak.
Leygarnáttina gistu tveir, sunnunáttina tríggir og mánanáttina gisti ein.
Annars varð løgreglan kallað út til ein bardaga í Klubbagarðinum leygarnáttina.
Tveir menn vóru farnir komnir til ilnar og illa gekst hjá teimum at semjast. Tað endaði við, at tann eini reiggjaði hinum nevan frammaná, og so varð løgreglan boðsend.
Teir tosaðu við menninar báðar, og tann sum slóg kann væntað sær eina bót. Út frá frágreiðingini fer fútin at taka støðu til, um málið skal fyri rættin. Fer tað í rættin, kann maðurin verða revsaður við hefti.











