Harðskapur í Klaksvík

Um vikuskiftið var nógv fólk í býnum í Klaksvík. Og sum ikki einaferð har full fólk eru savnað, er onkur farin til hendurs.
Politiið í Klaksvík sigur, at talan er um tvey harðskapsmál. Tað fyrra komst av fullamannaprátið. Tveir mans vóru farnir til hendur.
? Tað er tað vanliga fullamannaprátið. Teir vilja vita, hvør er sterkastur, og í hesum førinum endaði tað við, at annar fekk eitt knæ upp í andlitið, sigur vakthavandi í Klaksvík.
Hitt, sum eisini varð kallað eitt harðskapsmál, snýr seg um ein brotnan rút í diskotekinum Barok.
Bæði málini hendur leygarkvøldið aftaná midnátt.