Harðskapur gav seks mánaðar

Tað var provokatión, sum bjargaði einum nú 18 ára gomlum unglinga undan at noyðast inn at sita. Harðskapurin, hann framdi, gava annars 60 daga fongsul, sum gjørdust treytaðir

Alkohol og tolsemi fylgjast langt frá altíð hond í hond.
Tað vísti eitt mál í Føroya Rætti gjáramorgunin, tá illstøða um týdningarleysa hending endaði sum harðskapsmál.
Hendingin fór fram 4. juni í fjør, tá høvuðsstaðurin annars helt mentanarnátt. Tveir ungir dreingir, báðir 17 ára gamlir, tá hendingin fór fram, hittust tilvildarligt á miðari nátt uttan fyri Pizzakjallaran, og áðrenn náttin var av, sat annar í varðhaldi, meðan hin endaði á skaðastovuni.
Teir vóru hvør í sínum lag farnir í býin hetta fríggjakvøldið við tí fyri eyga, at njóta mentanarnáttina hjá Tórshavnar kommunu.
Annar hevði saman við vinmonnum verið til nøkur av tiltøkunum, sum mentanarnáttin bjóðaði upp á, og um 23.30-tíðina gekk leiðin heim til ein teirra, fyri at sløkkja tostan. Um 01-tíðina var so farið aftur í býin, og her var tann seinni ákærdi komin sær burtur frá hinum.
Hann gjørdi tí av at fara í Pizzakjallaran at keypa sær eina sodavatn at blanda upp í tað minni enn hálvfullu vodkafløskuna, hann hevði uppi á sær.
Í hinum endanum hevði ein annar 17 ára gamal unglingi eisini verið til mentanarnátt, og hevði drukkið nakrar øl. Hann hitti tá einar tveir vinmenn, og saman fóru teir oman á Café Natúr, har unglingin drakk einar tveir snapsar.
Og so varð gjørt av at fara niðan í Pizzakjallaran.

Kendust
Har stendur tann nú dømdi unglingin og – sambært pizzabakaranum – roynir at tiltuska sær eina sodavatn fyri einki.
Unglingin av Café Natúr hevði nú – sambært egnari frágreiðing – so nógv innanborða, at hann lítið og einki minnist. Men við at leggja vitnisfrágreiðingarnar saman fæst henda gongd burturúr.
Unglingin av Café Natúr sær hin unga keypa sodavatn. Teir kennast, tí teir hava spælt ítrótt saman í eini tvey-trý ár – hóast tað nú eru eini fýra ár síðani.
Órættaði fer yvir til ákærda og tekur í vodkafløskuna. Hetta er ákærdi ikki so fegin um og biður hin sleppa. Men hetta vil hann ikki – ella fatar hann tað ikki. Hann heldur fram at halda í fløskuna hjá ákærda, sum ikki vil lata sær hetta lynda. Hann biður tí órættaða sleppa, áðrenn hann hevur talt upp í fimm, ella slær hann.
Órættaði heldur framvegis í fløskuni, og so slær ákærdi.
Sambært einum vitni fyrst við alboganum og síðani tríggjar ferðir við knýttum neva.
Teir fara síðani sundur, men bresta saman aftur, og tá verður órættaði sligin fleiri ferðir so hann fellur til jarðar, og síðani sparkar ákærdi hin fleiri ferðir í høvdið. Aftur sambært eina vitninum, sum má metast at hava sæð alt, og ikki minni týdningarmikið, var edrúur.

Brotin nøs
Eisini pizzabakarin varð førdur sum vitni, men kundi ikki leggja so ógvuliga nógv aftrat, tí hann var burtur frá, og sá ikki seinna part av hendingini.
Hann sá tí ongantíð órættaða falla til jarðar, og heldur ikki sløgini, sum førdu til hetta.
Ákærdi viðgekk at hava sligið órættaða, men noktaði fyri at hava sparka hann, meðan hann lá.
Ákærin helt ongan iva vera um, at frágreiðingarnar hjá vitnunum í fult mát prógvaðu ákæruritið, sum umrøddi sløg og spark, og hann kravdi tí 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing. Og tá var enntá atlit tikið fyri, at ákærdi var provokeraður.
Verjin helt hinvegin, at tað so ógvuliga lætt kundi verið endað øvugt, tí ákærdi var einsamallur, meðan órættaði hevði fleiri vinir við sær. Hann metti tí, at 40 dagar var meira passandi, og at hesir eisini skuldu vera treytaðir.
Dómarin gekk báðum á møti. Hann dømdi ákærda 60 dagar, men gjørdi teir treytaðar, við einari royndartíð upp á eitt ár.
Og tað er helst væl sloppið, tí órættaði breyt nøsina, sum eftir aðrar royndir mátti skurðviðgerðast fyri at blíva bein aftur.