Harðskapur í fongslum

Bretsku fongsulsmyndugleikarnir viðganga nú sambært blaðnum Guardian, at fangar verða illa viðfarnir í landsins fongslum.

Blaðið hevur fingið fatur á rættarskjølum, har fongsulsmyndugleikarnir hava viðgingið í minsta lagi 122 tilburðir av harðskapi ímóti fangum í árunum frá 1995 til 1999. Eitt nú vórðu fjúrtan fangar illa bukaðir í fongslinum Womwood Scrubs í London. Hetta málið var so álvarssamt, at tað helst er tann ringasta gølan í bretska fongsulsverkinum í nýgggjari tíð, skrivar Guardian.

Í einum føri varð ein íri, sum sat í fongslinum, hildin í einari song og kvaldur, meðan átta fangavørðar bukaðu hann. Sambært skjølunum hevði ein av fangavørðunum kravt, at fangin skuldi nevna hann "enskan harra", men tað vildi írin ikki.