Harðskapur í býnum

Løgreglan hevur havt úr at gera um vikuskiftið, og leygarmorgunin varð ein maður so illa skorðin í andliti, at hann fekk seytjan pentur

 

Harðskapur


Leygarmorgunin klokkan 04.55 varð sjúkrabilurin boðsendur, tí ein maður hevði fingið stóran skaða av eini fløsku.

Tilburðurin fór fram uttanfyri Kunningarstovuna mitt í høvuðsstaðnum. Ein 31 ára gamal maður varð álopin við eini fløsku, tá tað kom til ilnar millum tveir menn.

Tann álopni fekk so stóran skaða, at hann varð seymaður á sjúkrahúsinum við seytjan pentum í andlitinum. Hann kundi fingið størri skaða, tí flikurnar eru nær við eyguni. Um illa vildi til, kundi maðurin verið blindur.

Gerningsmaðurin er kendur, men enn er hann ikki tikin av løgregluni, tí hann ikki er funnin.

Av kriminaldeildini verður málið mett sum ?vold med særlig farlig karakter?.


Knívur á lofti

Fríggjakvøldið var nógv fólk á nýggja dansistaðnum Platform, tí vitjan var fingin úr kendur sendingini Baren.

Øði kom í ein mann, sum ikki slapp inn, av tí at hann var ov rúsaður. Hann tók ein knív fram og hótti duravørðin, ið stóð við hurðina. Knívurin var tíbetur ikki nýttur til at skaða nakran, men málið varð tó fráboðað løgregluni.