Í næstu viku fer Statsadvokaturin at kunngera sína niðurstøðu í málinum um meldaða politiharðskapin á Summarfestivalinum Tá ið tveir politistar vórðu meldaðir fyri at hava framt harðskap móti tveimum ungum dreingjum á Summarfestivalinum í august, varð sagt, at málið fór at verða viðgjørt sum skundmál.
Tríggir mánaðir eru lidnir, og bíðað verður framvegis eftir úrslitinum.
Seinastu tiðina hevur málið ligið hjá Statsadvokatinum fyri Norðursjelland, sum skal gera løgfrøðiligu niðurstøðuna.
Karen Marie Olesen, fúti sigur í dag, at tann niðurstøðan verður kunngjørd í næstu viku.









