Harðskapsmálið: Fleiri hava vent sær til løgregluna

Peter Thaysen, løgregluovasti, sigur við Rás2 í dag, at 13 fólk hava vent sær til løgregluna og eru til reiðar at greiða frá sínu søgu um harðskapsmálið í Klaksvík. Danska løgregluliðið Rejseholdet er komið til Føroya í dag og fer undir fyrstu samrøðurnar seinnapartin.

- Danska løgregluliðið arbeiðir til sannleikin er komin fram, sigur Peter Thaysen, sum ikki dugir at siga, nær avgerð verður tikin í málinum.

Peter Thaysen dugir ikki at siga, hvat fólkini ætla at greiða donsku løgregluliðnum frá. Uppgávan hjá føroysku løgregluni, sum er partur av málinum, er bara at geva upplýsingarnar víðari.

Lesið eisini »Fleiri søgur um harðskapsmálið í Klaksvík«

Lesið eisini »BT: Føroyska løgreglan kærd fyri grovan harðskap«

Lesið eisini »Politiið meldað fyri harðskap her«

Lesið eisini »Danska løgreglan skal kanna harðskapsmálið her«