Harðskapsmál á Varmakeldu


 

Løgreglan í Eysturoynni hevði bara eitt mál um harðskap at taka sær av á Varmakeldustevnuni, sum var í Fuglafirði um vikuskiftið.

Hendingin fór fram við ítróttarhøllina á Kambsdali sunnumorgunin klokkan fimm, har nógv fólk varð savnað til Varmakeldudans. Ein ungur maður loypur brádliga uppá motorhjálmin á bili, ið koyrir framvið. Maðurin fer av aftur hjálminum og sparkar síðurútin á førarasíðuni inn. Førarin sker seg í andliti av rútinum.

Løgreglan sigur, at harðskapurin ikki hevði nakra serliga orsøk ella endamál. Maðurin er ikki tikin enn, men løgreglan veit, hvør hann er. Tískil er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn tey fáa hendur á honum. Hann verður væntandi ákærdur fyri harðskap.

Annars verður sagt frá eini sera friðarligari stevnu. Tað er merkisvert, at eingin er tikin fyri at koyra við kenning. Ein verður ákærdur fyri brot á politiviðtøkurnar, tá hann tveitti eina fløsku upp í loft, sum lendi á einum bili. Hetta var eisini á Kambsdali.

Stevna var eisini í Hvalba, men haðani er einki at frætta, og alt gekk friðarliga fyri seg.