Fótbóltur
So skuldi tað verið vist. EB/Streymur verður føroyameistari í 2008. B36 tók ikki av møguleikanum, tá oddaliðið úr Sundalagnum snávaði. Tað er lítið sannlíkt, at árstalsfelagið fer at vinna munin á átta stig aftur.
Tað var super innskiftari, og bara 17 ára gamli, Jóan Símun Edmundsson, sum køvdi seinastu vónirnar um gull hjá havnarmonnunum. Framherjin hevði verið á vøllinum í 12 minuttir, tá hann heldur tilvildarliga stýrdi bóltinum við skinnabeininum um málstrikuna. Tá restaði eitt korter av dystinum. Eitt sera týdningarmikið mál hjá B68, sum framvegis hevur fimm stig til niðurflyting.
Aftur ein tílíkur
Vit hava sæð fleiri av hesum fótbóltsdystunum í hesum kappingarárinum. Lítil ferð er á spælinum, vøllurin ger umstøðurnar upp aftur torførari fyri leikararnar og vindurin ávirkar. Møguleikarnir kunnu teljast á einari hond, og einki av liðunum roynir av álvara at trýsta. Og ja, tað var hesin dysturin, sum áskoðararnir á Toftum vóru vitni til.
Toftamenn vóru væl skipaðir. Á miðvøllinum fingu gestirnir sjáldan pláss at spæla á, og oftast varð loysin at senda langan bólt móti Sam Malsom. Og tað skuldi ikki verði ein torfør uppgáva at gitt, hvussu tað gekk móti vælvaksnu og kropssterku Jóhan Dávi Højgaard og Pól Jóhannusi Justinussen.
Størsta møguleikan átti Brian Andresen. Frísparksinnlegg kom eitt sindur úr høgru, tá bólturin brádliga stakk fyri føturnar á dananum, men úr fimm metra fjarstøðu sendi hann í kroppsskinnið á Meinahardi Joensen.
Magnus Olsen hjá B36 røkti í gjár plássið sum vongverji í høgru. Í løtum tóktist hann sera ótryggur, men B68 fekk ongantíð gjørt sær dælt av hesum.
Sigursmálið
Seinni hálvleiki minti ikki sørt um fyrra. Menn løgdu hinvegin meira bragdliga fyri, og tvey gul kort vóru givin fyrstu løtuna. Men tað var so eisini tað.
Heðin Askham flutti sínar leikarar eitt vet longur niðan á vøllin, sum tíðin leið, men vandamestu royndinar komu framvegis útifrá, sum endaðu væl við síðurnar av málinum.
Tað skuldi ein tilvildarliga støða til, áðrenn málið kom. Jóan Símun Edmundsson, sum aftur hesaferð noyddist at víkja pláss fyri Brian Andresen og Ameth Keita, har hesin seinni nevndi ikki hevur skotið fleiri enn tvey mál í ár, førkaði bóltin seinastu metrarnar í málið. Sum so ikki uppiborið, men týdningarmikið. Ljóshærdi framherjin, sum í vikuni kom í bruttohópin hjá U21, hevur veruliga sligið sítt navn fast í hesum kappingarárinum. Seinasta mánadagin avgjørdi hann somuleiðis dystin í Fuglafirði, tá hann eftir einmansavrik skoraði til 3-1.
B68 hevur fimm stig til niðurflyting. Tríggir sigrar upp í slag hava lyft toftamenn, meðan B36 nú fyrst og fremst má hugsa um at varðveita annað plássið.