Leygarnáttina varð ein maður tikin í miðbýnum í Havn, tí at hann var harðligur við unnustuna hjá sær. Maðurin og unnustan gjørdust ósamd uttan fyri eitt skeinkingarstað í miðbýnum, og øði spann í mannin, sum legði unnustuna niður á vegin og tók kvørkratak á hana.
Løgreglan bleiv boðsend, og maðurin varð handtikin. Málið verður nú viðgjørt sum eitt harðsskapsmál.










