Meiri enn 30 ferðafólk fingu skaða, tá eitt Boeing 777-flogfar hjá amerikanska flogfelagnum United Airlines kom í ógvusligan turbolens, tá tað var uppi yvir býnum Kansas í nátt á veg úr Washington til Los Angeles.
Eftir tann ógvusliga tilburðin gjørdu flogskipararnir av at neyðlenda í Denver, har tey, sum høvdu læknaviðgerð fyri neyðini, vórðu flutt á sjúkrahús.
Flogfarið sleppur ikki at flúgva við ferðafólki aftur, fyrr enn teknikarar hava kannað, um tað fekk nakran skaða av teirri heldur harðligu viðferðini.
255 ferðafólk vóru í flogfarinum umframt manningina, sum taldi 10.