Harðliga brúk fyri kapital- og virðisbrævamarknaði

Út frá einum vinnuligum sjónarmiði kemur tað eisini út uppá tað sama, um føroyskir arbeiðsgevarar og føroysk fakfeløg sjálvi tekna tryggingar uttanlands, ella um pengarnir fyrst verða settir í føroysk tryggingarfeløg, bankar og sparikassar, sum so flyta pengarnar av landinum. Teir fara av landinum í báðum førum, verður sagt frá Vinnuhúsinum

Ólavur í Beiti


Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyrt um at tryggingar verða teknaðar uttanlands, og eisini Vinnuhúsið hevur sína viðmerking til hetta má. Í tíðindaskrivi frá Vinnuhúsinum verður sagt, at tann almenni myndugleikin hevur somuleiðis í fleiri ár handlað í stríð við lógina við tað, at ein stórur partur at tryggingunum, serliga innan sjúkrahúsverkið, eru teknaðar uttanlands.

? Til dømis hevur ein stórur fakbólkur sum sjúkrasystrarnar tryggingar uttanlands. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur fingið ein trupulleika, sum ikki er so einfaldur at loysa, skrivar Vinnuhúsið.


Útboðið

Víðari verður sagt, at útboðið í Føroyum av tryggingum er avmarkaðar til Føroya Lívstrygging og bankar og sparikassar. Síðstnevndu tekna bara kapitaleftirlønartryggingar, og ikki ratueftirlønirtryggingar. Einasta útbjóðari av ratueftirlønartryggingum er sostatt Føroya Lívstrygging, og stovnurin hevur sostatt eina monopol líknandi støðu.

? Monopol eru sjáldan av tí góða, og avleiðingarnir er ofta eitt ineffektivt virkið, sum livur í síni egnu verð, og prísurin á tænastum er sum oftast ov høgur. Fleiri monopol í Føroyum eru avtikin, og kapping er komin inn í vinnugreinir við tí úrsliti, at tænastan til kundarnar eru vorðin væl bíligari og betur.

? Tað er sannlíkt, at støddin av tí føroyska marknaðinum er við til at ávirka kostnaðargjøldini, og hetta kann vera partur av prísmununum á føroysum og donskum tryggingartænastum.

? Eitt annað sjónarmið í hesum høpi, og sum ikki ofta verður nevnt, er, at kapitalurin, sum verður sendur av landinum sum eftirlønar- og tryggingargjøld, kemur ikki tí føroyska samfelagnum til góðar. Peningurin fær ikki loyvi at arbeiða í Føroyum.

? Tað er tí harðliga brúk fyri einum kapital- og virðisbrævamarknaði í Føroyum, har føroyskir pengaíleggjarir kunnu seta pengar í føroysk virkir. Út frá einum vinnuligum sjónarmiði kemur tað eisini út uppá tað sama, um føroyskir arbeiðsgevarar og føroysk fakfeløg sjálvi tekna tryggingar uttanlands, ella um pengarnir fyrst verða settir í føroysk tryggingarfeløg, bankar og sparikassar, sum so flyta pengarnar av landinum. Teir fara av landinum í báðum førum.

? Sjálvandi eru krøvini til tryggingarfeløg um at spjaða sínar íløgur strong, men ein føroyskur kapital- og virðisbrævamarknaður hevði kunnað bøtt um viðurskiftini, verður sagt í tíðindaskrivinum.