Harðlig neyðlending

15 fólk fingu skaða, tá eitt flogfar hjá amerikanska flogfelagnum Virgin Atlantic noyddist at neyðlenda á Gatwick-flogvøllinum við London í gjár. Flogfarið var á veg til USA, men noyddist at venda aftur orsakað av einum lítlum eldsbruna umborð, men neyðlendingin gjørdist í so harðlig.

-Fleiri ferðafólk fingu skaða. Onkur breyt armin, onkur annar breyt beinið, og nógv bløddu, sigur eitt av ferðafólkunum við Sky News.

Flogfarið, sum er av slagnum Airbus A330, var á seg til Orlando í USA við 299 ferðafólkum, og manningin taldi 13. Óhappið gjørdi, at tann stóra Gatwick-floghavnin var stongd í næstan tveir tímar, og tað fekk avleiðingar fyri mong, tí Gatwick er tann næststørsta floghavnin í Bretlandi.